Team Sydhavsøerne møtir GOG í steypakappingini

Eitt annað føroyingalið, FIF fær eisini eina spennandi uppgávu í donsku steypakappingini

Danska hondbóltssambandið hevur drigið til áttandapartsfinalurnar í donsku steypakappingini, har tvey føroyingalið, Team Sydhavsøerne hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, og FIF hjá Leivi Mortensen, Janusi Dam Djurhuus, og Jónas G. Djurhuus eru millum liðini í áttandapartsfinalunum.

 

Pauli, Pætur og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne møta stórliðnum, GOG á heimavølli.

 

Leivur, Janus, Jónas og liðfelagarnir í FIF møta Søndajyske á heimavølli.

 

Dystirnir vera spældir millum 1. og 22. september, alt eftir hvat liðini semjast um sína millum. 

 

Her er lutakastið til áttandapartsfinalurnar:

 

 

 

Team Sydhavsøerne vs. GOG

 

 

FIF vs. SønderjyskE

 

 

 

 

 

TTH Holstebro vs. SAH

 

 

KIF Kolding vs. BSH

 

 

Nordsjælland Håndbold vs. Aalborg Håndbold

 

 

Lemvig-Thyborøn vs. Skjern Håndbold

 

 

Grindsted GIF vs. Mors-Thy Håndbold

 

 

HC Midtjylland vs. Fredericia HK