Team Rynkeby vitjaðu í Sumba

Team Rynkeby hava vitjað í Suðuroy um vikuskifti

Team Rynkeby Føroyar skriva soleiðis á teirra Facebook-síðu

 

Tá súkklararnir vóru í Suðuroy um vikuskifti, súkklaðu vit til Sumbiar, har vit vórðu sera væl móttikin og fingu ein drekkamunn frá kommununi. Millum tey ið vóru til staðar vóru tvey ung, ið bæði kenna alt ov væl til tað at hava krabba sum barn, og tað gav okkum súkklarum veruliga eitt perspektiv til tað sum vit gera - og til innsavnanina til frama fyri Krabbameinsfelagið og tí arbeiði tey gera í hesum sambandi. Og tað gav eyka juice til beinini, sum skuldu súkkla niðan á Hestin aftaná.
Vit vilja fegin takka Sumbiar kommunu sýndan blíðskap, og ikki minst fyri stórfingnu gávuna í samband við innsavnanina.