Føroyska Team Rynkeby súkkluliðið fer í kvøld við Norrønu við kós móti Fraklandi og París. Ferðin er umvegis Danmark, Týskland og Holland, áðrann komið verður til París.
Í dag súkklaðu tey fyrsta teinin á ferðini, frá Klaksvík til Havnar. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum í Havn. Hetta er triðju ferð, at Team Rynkeby Føroyar súkklar til París.
Í ár verður gjørligt hjá familju, vinum og áhugaðum at fylgja føroyska liðnum beinleiðis á internetinum frá klokkan 8 til 17 teir dagarnar súkklað verður. Við at brúka leinki niðanfyri, sæst hvar liðið er statt júst tá. Beinleiðis stroymingin byrjar 9. juli klokkan 8.30. Tað er skipanin RedKnows, ið verður brúkt.
REDKNOWS TEAM RYNKEBY FØROYAR: http://www.team-rynkeby.fo/liveFO