Føroyska súkkluliðið punkteraði yvir tjúgu ferðir fyrsta dagin.
Í gjár byrjaði ferðin úr Danmark til París fyri føroyska Team Rynkeby. Ferðalagið legði at í Hirshals við Norrønu, áðrenn koyrt varð við bussi til Padborg. Seint seinnapartin fór súkklararnir so avstað.
Les eisini: Batman nýggjur á Team Rynkeby
Teir fingu fingu eina serliga heilsan frá verðurguðunum, sum borðreiddu við torusláttri og oysandi regni fyrstu løtuna. Hetta gjørdi, at tað bleiv trupult at finna vegin fram til Grob Wittensee, sum er ein lítil býur har norðuri í Týsklandi.
Les eisini: Kekkur og góð móttøka á Norrønu
Hin stóra avbjóðingin var, at samalagt vóru upp í móti tredivu punkteringar. Tað var væntað, at tað fóru at verða fleiri punkteringar enn hvat var vanligt í Føroyum, men tað var ikki væntað, at tað skuldu verða so nógvar punkteringar.
Les eisini: Niels Mortensen: Uppliving fyri lívið
Tað seinkaði tíðarætlanini nakað, men hóast avbjóðarnar vóru nógvar, so er lagið á súkklarunum avbera gott. Í morgun gongur leiðin til Bremen. Tað er tann fyrsta av fimm døgum, har rutan er næstan 200 kilometrar. Veðrið er nakað betri og helst verður talan meiri um sólglottar enn regn.









