Seinnapartin í dag komu føroysku súkklararnir í Team Rynkeby á mál í franska høvuðsstaðnum, París, sum miðað hevur verið eftir síðani ferðalagið fór úr Klaksvík fyri góðari viku síðani.
Føroysku súkklararnir hava súkklað áleið 1400 kilometrar seinastu vikuna, og úr ferðalagnum verður sagt at alt gekk uppá stás. Bæði hvat viðvíkur súkkling og veðurlagið.
Hetta er fimta ferðin at Team Rynkeby Føroyar súkklar til París úr Føroyum. Við at súkkla til París varpar Team Rynkeby ljós á børn, ið hava lívshættisligar sjúkur og teirra familjur. Á Facebook takkar Team Rynkeby øllum stuðlunum, ið hava latið stuðul til verkætlanina.
Omanfyri ber til at síggja mynd av føroysku súkklarunum, sum í dag komu á mál í París.










