Í dag fingu føroysku Team Rynkeby súkklararnir seg veruliga royndar, tá teir súkklaðu 208 kilometrar úr Owschlag til Bremen. Túrurin bjóðaði uppá tveir túrar við fergu, tvey minni óhapp, ein lítlan umveg og nógvar kilometrar á sløttum.
Fyri at koma vegin fram, so varð tvær ferðir neyðugt at ferðast við báti tvørtur um vøtn og áir. Túrurin byrjaði væl og veðrið var gott at súkkla í. Sólin hugdi av og á fram, men annars var talan um yvirskýggja, eitt lítið fríkst lot og annars passaligum hita at súkkla í.
Ongin Team Rynkeby Føroyar túrur uttan ein lítlan umveg. Soleiðis var eisini í dag, har súkklararnir fingu fýra kilometrar eyka í beinini, tá eini gps’arin streykaði. Hetta er tó lítið av miklum í munin til í fjør.
Seinna partin av túrinum regnaði í løtum. Hetta gjørdi millum annað, at tokskinnararnir, sum eru at finna í fleiri støðum á rutuni, blivu hálir. Stutt fyri málstrikuna í Bremen fóru onkir súkklarar ein túr í vegin.
Hóast tað sá ógvisligt út og onkur mátti fáa forbinding, so komu øll á mál í góðum lag. Nú verður gjørt klárt til túrin í morgin, har súkklað verður áleið eins langt til Hengelo, sum liggur beint innanfyri markið í Hollandi.
Í mun til túrin í fjør, sum varð merktur av nógvum punkteringum, so eru fyribils bara tvær punkteringar á føroyska liðnum higartil.