Team Rynkeby hevur avlýst

Fyri fyrstu ferð síðani 2014 verður ongin túrur fyri føroysku súkkararnar

Team Rynkeby hevur avgjørt at avlýsa tann árliga súkklutúrin til París, orsakað av koronasmittuni í Evropa. Ætlandi skuldu 2.150 súkklarar og 550 hjálparfólk úr 12 londum súkkla til París í døgunum 2.til 11. juli 2020, sum partur av vælgerandi tiltakinum hjá Team Rynkeby. Tað merkir at Team Rynkeby Føroyar heldur ikki skal avstað.

Ársins túrur til fyrimunar fyri børn við álvarsligum sjúkum verður tó av ongum. Tað hevur eitt samt stýri í Team Rynkeby Fonden avgjørt seinnapartin fríggjadagin. Avgerðin er grundað á ta áhaldandi ótryggu forsøgnina um koronasmittuna í Evropa, sigur nevndarformaðurin í Team Rynkeby Fonden, Peter Frank Andersen.

- Okkara høvuðsdentur hevur alla tíðina verið á at gjøgnumføra ferðina, um tað heilsuliga var ráðiligt.

Tann áhaldandi ótryggleikin um smittuspjaðing í Evropa ger, at vit ikki longur halda at tað er ráðiligt at fara til París í summar, sigur hann og heldur fram:

##med2## 

- Tað snýr seg fyrst og fremst um at fyribyrgja smittuspjaðingini. Men tað snýr seg eisini um trygdina hjá súkklarunum á vegunum. Orsakað av rætningslinjunum frá myndugleikunum, um ikki at savnast, hava súkklararnir ikki havt møguleika at vant saman í tann mun, tað er neyðugt fyri at læra seg at súkkla saman í bólkum. Afturat tí ber ikki til at fáa góðkenningar, at ferðast um landamørk í Evropa, og í heila tikið at ferðast á vegunum til París, sigur Peter Frank Andersen.

Sær fram til 2021

Fyrireikingarnar hjá Team Rynkeby luttakarunum eru hóast alt ikki heilt til fánýtis. Allir luttakararnir í ár fáa í boði at luttaka á túrinum í 2021 til París.

- Vit vita at fleiri at luttakarunum náttúrliga verða vónbrotnir av hesi avgerðini, og vit vilja royna at gera onkur tiltøk her heima, so luttakararnir sleppa at vísa klæðini fram og hátíðarhalda tað stóra arbeiðið við at savna pening inn til álvarsliga sjúk børn. Vit vóna sjálvandi eisini at flestu luttakararnir vilja halda fram við arbeiðnum, og gleða seg til túrin komandi ár, sigur Carl Erik Dalbøge, stjóri í Team Rynkeby.

 ##med3##

Hóast stóra arbeiðið hjá luttakarunum at savna pening inn, kemur korona farsóttin ivaleyst eisini at merkjast í úrslitinum av innsavninini.

- Tað ringasta við hesi støðuni er, at vit ikki fáa savnað so nógvan pening sum vit høvdu vónað, sigur hann og leggur afturat:

- Tað fer hóast alt verða talan um eina stóra tvísifraða milliónaupphædd, sum allir luttakarar og stuðlar eiga at verða sera stoltir av í hesum truplu tíðum, sigur Carl Erik Dalbøge.

Team Rynkeby hevur súkklað til París á hvørjum ári síðani 2002 fyri at savna pening inn til børn við álvarsligum sjúkum og avlýsingin er tann fyri av síðum slag í søguni hjá Team Rynkeby.

Síðani byrjan hevur Team Rynkeby savnað inn góðar 425 milliónir krónur inn til børn við álvarsligum sjúkum - bara í seinasta ár eru savnaðar umleið 80 milliónir krónur. Team Rynkeby Føroyar hevur síðani 2014 savnað inn fleiri enn 6 milliónir krónur.