Team Rynkeby fer avstað í dag

Í dag byrjar stóri súkklutúrurin úr Danmark til Paris. Talan er um Team Rynkeby, har 1000 súkklarar súkkla teir 1200 kilometrarnar fyri at savna pengar saman til frama fyri børn við krabbameini og familjur teirra.

Tiltakið hevur verið afturvendandi í Danmark síðani 2002, og næsta ár verður eisini eitt føroyskt Team Rynkeby lið sett.

Sum liður í teimum fyrireikingunum er Aksel Haraldsen við á danska Team Rynkeby liðnum í ár.

Hoyr samrøðu við Aksel Haraldsen í tíðindunum á Rás2 klokkan 17.00