Neistin - Team Klaksvík: (29-30)
Team Klaksvík hevur í kvøld vunnið bara annan dystin í tvey ár. Teir vóru á odda allan vegin móti Neistanum, sum ongantíð megnaði fáa fatur á Team Klaksvík aftur.
Fyri Team klaksvík vóru heilt stóru hetjurnar Zarko Pejovic og Igor Petrikeev, sum vóru klárt bestu spælararnir á vøllinum hjá gestunum. Neistin fekk ongantíð fatur á Team Klaksvík, sum legði seg á odda tíðliga í dystinum.
Fleiri ferðir varð upptakt til, at Neistin skuldi koma inn í aftur dystin, men hvørja ferð eydnaðist gestunum at fáa avgerandi málini, sum gera at Team Klaksvík stendur eftir sum vinnari av dystinum í dag.
Team Klaksvík hevur nú fýra stig, men er framvegis botnlið. Neistin er framvegis á fjórða plássi við níggju stigum.
Málskjúttar:
Neistin: John Í Innistovu 8, Teitur Magnusson 5, Sjúrður Thomassen 4, Rói Hansen 3, Aleks Buha 3, Herbjørn Lava 3, Terji Mørk 1, Jugoslav Djumic 1, Teis Horn 1
Team Klaksvík: Igor Petrikeev 9, Zarko Pejovic 7, Martin Ritto 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Dánjal Kjærbo 3, Jacob Joensen 2, Andrias Ellingsgaard 2
Liðugt: Liðugt, Igor og Zarko hava vunnið Team Klaksvík tvey stig móti Neistainum
55.min: (25-28) Neistin tekur time-out. Team Klaksvík blívur við at fáa avgerandi málini og er framvegis á odda.
41.min: (19-21) Team Klaksvík heldur fast um leiðsluna, men Neistin etur seg inn á leiðsluna, sum hevur verið upp á fýra málum. Gongur orkan ikki undan Team Klaksvík, so hava teir ein møguleika at vinna.
Seinni hálvleikur:
Hálvleikur: (14-16) Team Klaksvík er á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Teir eru ágrýtnir á álopsspælinum, men fyri tað mesta, so eru tað Zarko og Igor, ið ganga á odda. Igor hevur skotið seks mál, meðan Zarko hevur skotið fýra.
Fyri Neistan John Innistovu hevur skotið flest mál fyri Neistan, sum tykist spæla meiri sum ein eind, meðan Team Klaksvík hevur tveir lyklaspælarar.
Málskjúttar:
Neistin: John Í Innistovu 4, Aleks Buha 3, Herbjørn Lava 2, Terji Mørk 1, Jugoslav Djumic 1, Sjúrður Thomassen 1, Teis Horn 1, Teitur Magnusson 1
Team Klaksvík: Igor Petrikeev 6, Zarko Pejovic 4, Jacob Joensen 2, Andrias Ellingsgaard 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Martin Ritto 1
27.min: (13-14) Neistin arbeiður seg inn á Team Klaksvík. Teir halda fast í verjustøðu og gera skjótt av í álopsstøðu. Nú er bara eitt mál á muni.
21.min: (11-13) Neistin tekur time out, tá Team Klaksvík aftur skorar upp á skjótálop. Lagið er gott í Team Klaksvík, tá klokkan ýlir.
19.min: (10-11) Mikkjal Hansen, málverji hjá Neistanum, hevur nú meldað seg í dystin. Hann hevur fleiri góðar bjargingar og hevur lagt upp til tvey mál í skjótálopi. Team Klaksvík framvegis á odda tó.
13.min: (7-8) Nógv ferð á dystinum fyrstu minuttirnar. Tað er ongin munur á fyrstu løtuna, men Neistin er betri nú enn fyrstu minuttirnar.
8.min: (4-6) Team Klaksvík hevur fingið eina fína byrjan upp á dystin og er á odda við tveimum málum. Zarko gongur á odda við trimum málum.
Fyrri hálvleikur:
Undan dystinum:
Botnliðið vitjar í Havn
Klaksvíkingar tykjast aftur í ár at eiga leiklutin sum botnlið, men fyrsti sigurin er longu vunnin, og í fleiri av hinum dystunum hava teir væl og virðiliga prógvað, at teir ætla sær longur upp á stigatalvuna í vetur.
Neistin hevur veruliga gjørt vart við seg í vetur, og enn er unga manningin við í kapprenningini um oddasessirnar. Skulu Neistamenn halda fast í hesi kapprenning, so er treytaleysa kravið í dag ein sigur.
Mansdysturin á Hálsi verður blástur í gongd klokkan 18.30 í dag.









