Neistin spælir í dag á heimavølli hjá bæði kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum fær Neistin vitjan av VB, sum hevru fingið viðhald í eini kæru um dyst móti VÍF frá fyrr í ár.
Neistin verður aftur uttan Marjuna Falkvard Danberg. Hon hevur meidd sær øksluna og spælir ikki fyribilsa aftur. Tað er ein spurningur um hon spælir aftur hetta kappingarárið. VB hevur fingið eina fína byrjan upp á kappingarárið og liggur á øðrum plássi.
Í best mansdeildini tekur Neistin móti botnliðnum Team Klaksvík. Tað er tætt í oddinum í føroyskum hondbólti. Neistin liggur nummar fýra, men kann við einum sigri í dag vinna seg upp á annað pláss.
In.fo fylgir gongdini í dystunum í dag.
Besta deild kvinnur:
Neistin – VB (17.00)
Besta deild menn:
Neistin – Team Klaksvík (18.30)