Team Klaksvík ætlar sær fleiri stig

Aftasta liðið í deildini í fjør hevur styrkt seg munandi og ætlar sær fleiri stig enn í fjør.

Team Klaksvík, sum endaði á aftasta plássi í fjør við seks stigum, ætlar sær at fáa fleiri stig á kontuna í ár. Tað sigur venjarin, Svein Rógvi Nielsen, sum hevur fingið serbiska málverjan Dragan Kondic og fyrrverandi H71-stórskjúttan, Bogdan Florea, í hópin.


Hann fegnast um tilgongdina og heldur, at Bogdan Florea styrkir munandi um.


- Hann gevur okkum stóra skotstyrki útifrá og eitt heilt øðrvísi tempo í álopsspælið, sigur Svein Rógvi, sum tó vísir aftur, at álopsspælið fer at verða bygt um hann.


- Nei, tað verður ikki nógv bygt um hann. Vit hava jú bæði Sámal og Dusko á miðjuni. Vit vóru ov lættir at spæla ímóti í fjør, tí liðini valdu bara at mansverja teir báðar. Nú verður tað trupulari hjá teimum, tí nú hava vit tríggjar, sum kunnu avgera tað, sigur Svein Rógvi og leggur afturat, at teir fara at hugsavna seg um at standa seg stinnari í verjupartinum enn teir gjørdu í fjør.

 

Einasta frágongdin hevur verið málverjin, Eli Gærdum, sum er farin til StÍF. Avloysari hansara er tó funnin við Dragan Kondic.


Team Klaksvík fær eina trupla byrjan upp á kappingarárið. Tað er greitt, nú teir tvey tey fyrstu umførini skulu hitta tveir av FM-favorittunum, KÍF og Kyndli.


- Hetta er ein elddópur sum vil nakað, men eg vil meta, at tað er gott at møta teimum beinanvegin, tí aftaná teir báðar dystirnar vita vit betur hvar vit eru. Vit byrja við helst torførasta dystinum, Kyndil í Havn, tí teir eru mítt besta boð upp á at vinna FM, sigur Svein Rógvi Nielsen at enda.