Team Klaksvík vil gera ein vørr aftur í ár

Team Klaksvík vil halda fram við góðu gongdini frá í fjør

Team Klaksvík hevði sítt besta kappingarár í fjør, og stórur spenningur er um liðið kann byggja víðari á góðu gongdina.

Finnur Hansson er venjari, og hann staðfestir, at málið er at gera tað betur enn seinasta kappingarárið, og royna at gera ein vørr. Liðið hevur sett sær eitt mál fyri úrslitið, men venjarin vil ikki avdúka hetta enn.

 

Fyri at hetta skal eydnast er neyðugt, at liðið sleppir undan skaðum, sigur Finnur Hansson, og greiðir frá, at liðið hevur færri leikarar enn í fjør, og liðið tolir ikki skaðar hjá høvuðsleikarum.

- Um vit skulu røkka okkara málum, mugu stórt sæð allir leikarar vera heilir í gjøgnum allt kappingarárið, sigur venjarin avgjørdur.

 

Nakrir av høvuðsleikarunum frá í fjør eru eisini givinir. Birgir Poulsen, Hans Arni Thomsen, Mark Dahl og Ludvík Súnason verða ikki at síggja á liðnum hjá Team Klaksvík í ár.

Men liðið hevur fingið tveir leikarar úr Danmark at spæla við í ár. Teir kallast Christoffer Madsen og Mathias Astrup, og stórur spenningur er um hvønn mun teir kunnu gera í føroyskum hondbólti.

 

Team Klaksvík spælir móti Kyndli sunnudagin klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi