Ein av lyklaleikarunum hjá Team Klaksvík, Zarko Pejovic, fer av persónligum orsøkum heim aftur til Serbia og spælir ikki við liðnum aftur hetta kappingarárið. Tað veit Norðlýsið at siga.
Saman við hinum serbanum í felagnum, Filip Jojic, hevur Zarko Pejovic verið ein av berandi kreftunum hjá Team Klaksvík, sum í inniverandi kappingarári hevur víst seg at hava tikið seg nógv fram og í løtuni liggur á triðaftasta plássi saman við StÍF.