Klaksvíkingar gjørdu greitt undan kappingarbyrjan, at teir fóru helst ikki at bjóða hinum liðunum stórvegis av í hesum kappingarárinum. Og tað hava klaksvíkingar heldur ikki higartil.
Fríggjakvøldið tapti Team Klaksvík triðja dystin upp í slag. VÍF vann 27-18 í Klaksvík.
Heimaliðið spældi við fyrstu løtuna, men so settu vestmenningarnir ferðina upp.
Team Klaksvík tapti í fyrsta umfarinum fyri Neistanum við 17 málum. Farna vikuskiftið taptu klaksvíkingar við 11 málum fyri KÍF. Nú taptu klaksvíkingar við níggju málum fyri VÍF.