Team Klaksvík sigraði í Havn

Greitt aftasta liðið í bestu mansdeildini, Team Klaksvík, megnaði at taka øll á bóli í fyrsta umfari í steypa­kappingini

Bragdið framdu teir í høllini á Hálsi í Havn, har teir vunnu 23-21 eftir at hava verið á odda 13-10 í hálvleikinum. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Team Klaksvík vinnur ímóti Neistanum á útivølli. Í lands­kappingini vunnu teir nevniliga fyrr í hesum kapp­ingarárinum 30-29, og stað­festu teir altso hesaferð í steypakappingini, at teir hava gott tak á teimum bláu úr Havn.
Team Klaksvík legði betur fyri og eftir góðum 10 min­uttum vóru teir á odda 8-3. Tá ið tveir minuttir restaðu í, hevði Neistin fingið minkað um klaksvíksleiðsluna niður í 20-21 og seinni 21-22, men tað var altso Team Klaksvík, sum fekk síðsta málið í dystinum, og harvið fingu eina frálíka byrjan í steypakappingini við einum 23-21-sigri.
Sjúrður Thomassen gjørdi fimm mál fyri heimaliðið, meðan Sámal á Tjaldrafløtti fekk átta mál fyri Team Klaks­vík.