Íslendski Finnur Hansson, ið hevur verið virkin í føroyskum hondbólti í nógv ár, er nýggjur leikandi venjari hjá Team Klaksvík. Finnur Hansson hevur spælt við Kyndil seinastu árini, men nú skal hann norður til Klaksvíkar at royna eydnuna.
Helst sóknast nýggi venjarin eftir styrki til liðið, sum bert fekk eitt stig í farna kappingarári. Á Facebook hevur Finnur Hansson skrivað eina støðudagføring á íslendskum, har hann sóknast eftir málmanni til Team Klaksvík.
Leysliga umsett til føroyskt hevur Finnur Hansson skrivað soleiðis:
- Vit mangla ein góðan málmann at spæla í bestu deildini í Føroyum í kappingarárinum 2016-2017. Um nakar hevur hug at royna eitt ævintýr í Føroyum, so má viðkomandi endiliga seta seg í samband við meg her á Facebook. Hetta er fyri eitt lið í Klaksvík, sum eg fari at venja, skrivar Finnur Hansson.
Í fjør var tað danski Kristoffer Hedegaard, sum vardi málið hjá Team Klaksvík. Hann var tó ikki nøkur serliga stór succes, og heldur hann helst ikki fram í felagnum. Í undanfarna kappingarári var tað bosniski Dragan Kondic, ið var heili 205 sentimetrar langur, sum var í mál hjá Team Klaksvík. Tessvegna kann ikki sigast annað enn, at Team Klaksvík hevur ríkiliga nógvar royndir við útlendskum málmonnum.