Team Klaksvík heimleysir

- Hetta er ringasti mótgangurin Team Klaksvík hevur verið, sigur Fríðin Ziskason, sum vónar at ein loysn kemur upp á hallartrupulleikan hjá felagnum.

 

Team Klaksvík sleppur ikki at spæla sínar heimadystir í Badminton høllini í Klaksvík, og pláss er ikki fyri teimum í KÍ høllini. Badminton høllin fekk skaða fyri einum ári síðan og lekur. Felagið hevur nú, eitt ár seinni, fingið forboð fyri at spæla í høllini.

 

- Tað er eitt sindur løgið at vit skulu fáa forboð nú, eitt ár eftir at skaðin hendi, sigur Fríðin Ziskason, sum er leikandi venjari hjá felagnum.

 

Úrslitið er, at Team Klaksvík komandi fríggjadag spælir sín heimadyst móti H71 í høllini í Hoyvík.

 

Team Klaksvík spældi annars ein fínan dyst í høllini á Nabb í kvøld móti Kyndil. Endaliga úrslitið gjørdist 30-27 til grønu vertirnar.

 

Her ber til at hoyra samrøðuna við Fríðin Ziskason.