Team Klaksvík skal í kvøld spæla á heimavølli móti H71. Botnliðið er heimleyst og hevur í kvøld heimavøll í Hoyvík.
Tríggir dystir dystir verða í Atlantic Airways deildini um vikuskiftið. Tann fyrsti, millum Team Klaksvík og H71, verður í kvøld klokkan 18.00 í høllini í Hoyvík.
Team Klaksvík spældi ein góðan dyst móti Kyndil mikukvøldið, og tapti bara við trimum málum. Leikandi venjari hjá Team Klaksvík, Fríðin Ziskason, var væl nøgdur við dystin og úrslitið. Spurningurin er um orkan kemur at spæla inn í kvøld. Tað eru bara tvey samdøgur síðani teir spældu móti Kyndil.
H71 eru saman við Kyndil trýst til at vinna um tey ætla sær at røkka einum FM finalu plássi. H71 er trý stig aftanfyri VÍF, sum tekur móti Kyndil sunnudagin. H71 hevur ikki spælt síðani teir vunnu týdningarmiklan dyst móti StÍF.
Team Klaksvík er heimleyst í løtuni, tí teir hava fingið forboð fyri at spæla í Badminton í Klaksvík. Tað hevur ikki eydnast at fingið ein loysn upp á trupulleikan fyri jól, men Fríðin Ziskason vónar, at ein loysn verður funnin til eftir jól.
Heimadysturin hjá Team Klaksvík verður sostatt í høllini í Hoyvík.
Atlantic Airways deildin:
Fríggjadagin 14. desembur
Team Klaksvík-H71 (18.00) Hoyvíkshøllin
Sunnudagin 16. desembur
Neistin-StÍF (16.00) Høllin á Hálsi
VÍF-Kyndil (16.00) Høllin í Vestmanna










