Hondbóltur
Tað eru veteranarnir hjá VÍF, sum eru á odda í aðru deild, men uppflytingin fer eftir øllum at døma til Klaksvíkar.
Nýggja felagið, Team Klaksvík, hevur stríðst við KÍF um hendan sessin, men tá KÍF í gjárkvøldið tapti fyri VÍF, reyk seinasti spenningurin at kalla. Kollfirðingar kunnu enn koma ájavnt Team Klaksvík í stigum, men í málmuni er Team Klaksvík í løtuni 137 mál frammanfyri, so sjampagnan er helst longu løgd í lokala kølaran hjá klaksvíkingum.
Ein dystur er eftir hjá felagnum , og er hesin móti VÍF-liðnum, sum ikki hevur tapt dyst í nærum trý kappingarár. Hagtøl, sum klaksvíkingar tó ætla sær at broyta um vikuskiftið.
Áhugin endurskaptur
Fríðin Ziskason er formaður í Team Klaksvík, og hann er sera fegin um, at tað hevur eydnast teimum at vinna uppflyting longu í fyrstu royndini.
- Tað var málið, sum vit settu okkum, tá vit fóru undir hetta. Til tað hava vit brúkt fleiri spælarar, sum vit neyvan sleppa at brúka komandi ár, tá alt helst verður meira seriøst, sigur hann.
Av spælarum, sum felagið hevur nýtt, kunnu serliga nevnast fleiri mans, sum eina mest eru kendir sum profilar í føroyskum fótbólti. Nevnast kunnu Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Jens Martin Knudsen og John Petersen, og formaðurin er skjótur at staðfesta, at hetta hevur verið púrasta tilvitað.
- Fyrst og fremst, so er talan um fínar spælarar, men hartil liggur eisini nakað av PR í hesum. Í USA síggja vit jú, at tey hava keypt Beckham fyri at nøra um áhugan, og tó at mátistokkurin er øðrvísi her hjá okkum, so býr nakað av tí sama undir. Vit vilja hava eitt felag, har stuttleiki og undirhald eisini er partur av spælinum, og tað hevur eisini vakt ans, at somikið kend nøvn hava spælt við liðnum. Í øllum førum munnu tað vera fá lið í 2. deild, sum hava eitt meðal áskoðaratal um tey 150.
Ungdómslið til komandi vetur
Og í aðrar mátar gongur arbeiðið at skipað felagið. Trongu hallarumstøðurnar í Klaksvík hava avmarkað talið av venjingartímum til ein um vikuna, men við eini nýggjari høll ávegis, verður hetta helst betrað til komandi vetur.
- Vit ætla í øllum førum at hava lið í fyrstu og aðru deild umframt í dreingjum 14-17 ár. Møguliga tekna vit eisini dreingir 14 til kappingina, men hetta er fyrst og fremst ein fíggjarligur spurningur.
- Hjá fleiri øðrum feløgum, sum stinga seg upp, verður byrjað við yngru deildunum. Tað siga flestu fólk, er tað rætta at gera, men vit hava so valt at gera tað øvut. Um tað er tað rætta, fer tíðin so at vísa, men hitt tykist í øllum førum vera serstakliga trupult, so eg haldi, at hetta kann verða fult so gott. Í øllum førum hevur tað eydnast okkum at endurskapa áhugan fyri manshondbólti í Klaksvík, og nú er uppgávan at arbeiða víðari út frá hesum, sigur Fríðin Ziskason.