Team Hydra í EM finalu

Hydra úr Ljósinum hevur vunnið seg í EM finaluna í estetiskum fimleiki.

 

Leygardagin var Team Hydra úr Ljósinum við í EM undankappingini í estetiskum fimleiki, sum verður hildin í Tallinn í Estlandi.

 

Liðið hevði eina heilt góða framførslu, sum gav teimum 14,55 stig, og hetta var nóg mikið til at geva teimum pláss í finaluni, sum verður í dag.

 

Málið hjá teimum var at koma í finaluna, og eru tær tí sera fegnar um at hetta eydnaðist. 

 

Finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 11.30 føroyska tíð, og til ber at fylgja við á stroymingini her: https://livestream.com/accounts/12493954/events/8183226