Keyp
- Hetta er ein liður í eini strategiskari menning av fyritøkuni, staðfestir Hjalgrim Samuelsen, stjóri á Team85, tá vit fregnast um keypið, sum nú er gjørt.
- Verkstovan hevur í fleiri ár verið eitt av økjunum, har Team hevur lagt nógva orku. Ein av stóru kappingarneytunum í hesum hevur verið Dekostovan, og tá hesin møguleikin stakk seg upp, var tað avgjørt nakað, sum var áhugavert fyri okkum, sigur hann.
Saman við Dekostovuni hevur Team 85 í fleiri ár verið ein av fremstu føroysku fyritøkunum innan skelting, stórprent, sølubásar v.m., og stjórin tykist avgjørt rokna við, at keypið av Dekostovuni verður eitt munagott ískoyti til raksturin av fyritøkuni í so máta.
Hann vil ikki upplýsa, hvør keypsupphæddin er. Men keypið inniber, at allur aktivitetur, skuldarar, starvsfólk v.m. verður flutt úr Dekostovuni í Team85. Hartil er eisini staðfest, at veranedi eigarar av Dekostovuni halda fram í starvi hjá Team85.









