Team Fuglark vunnu kappingina um at gera høvuðsráðgevar til at tekna skúladepilin í Marknagili.
Ein dómsnevnd hevur valt Team Fuglark til høvuðsráðgeva at tekna skúladepilin við Marknagil. Í toyminum eru hesi feløg: Fuglark, Bjarke Ingels Group ApS, Lemming & Eriksson, Sámal Johannesen, Martin E. Leo Sp/f og KJ Elráð.
Talan er um størstu bygningsverkætlan í føroyskari søgu. Í februar 2009 vórðu fimm toymi vald út at kappast um at gerast høvuðsráðgevi, og í juni 2009 vórðu tvey av hesum vald at halda fram í kappingini.
Í dómsnevndini hava sitið umboð fyri Mentamálaráðið, Landsverk, ein uttanhýsis fakdómari og leiðslurnar á Tekniska Skúla í Havn, Handilsskúlanum og á Føroya Studentaskúla.
Í grundgevingini fyri at velja toymið Fuglark hevur dómsnevndin lagt dent á, ?at toymið í allari tilgongdini hevur sýnt ein megnar vilja og eitt vælorðað arbeiði við uppskotinum og sniðgevingini av hugskotinum. »Dómsnevndin heldur eisini, ?at uppskotið á ein sannførandi hátt livir upp til tað høga støðið, ið varð sett fyri uppgávuna.«
Visjónin fyri skúladepilin er m.a., at depilin skal vera eitt stað, har opinleiki, demokrati, fakleiki, almenn siðmenning, nýhugsan og námsfrøðilig nýmenning eru sjónlig. Bygningurin skal geva møguleikar fyri, at skipa undirvísingina kreativt, nýhugsandi og slóðbrótandi bæði fakliga og námsfrøðiliga.
Dentur verður lagdur á, at Skúladepilin verður ein fleksibul bygningur, ið kann taka av teimum avbjóðingum, sum framtíðar krøv á útbúgvingarøkinum seta til fysisku karmarnar.
Skúladepilin skal bjóða teimum ungu eitt umhvørvi, har tey trívast í skúlatíðini, samstundis sum bygningurin kann vera karmur um samveru og felagstiltøk eftir skúlatíð.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnast um, at komið er eitt stórt stig víðari á leiðini, at fáa dagført hølisviðurskiftini hjá miðnámsskúlunum í Tórshavn.
- Vit eru ikki komin upp á slætt, men hetta er ein týðandi varði á gøtuni fram til nýggi Skúladepilin stendur liðugur. Eitt framhaldandi gott samanhald í politisku skipanini, saman við góða samstarvinum, ið hevur verið millum leiðslurnar á miðnámsskúlunum, fer uttan iva at bera á mál. Í gjár varð tann týdningarmikla veðurlagsráðstevnan sett í Keypmannahavn. Tað eigur at minna okkum á, at henda stóra byggiverkætlan eisini skal vera slóðbrótandi í okkara stremban eftir at minka um orkunýstlu og dálkandi útlát? sigur landsstýriskvinnan.
Sambært verklagslógini er samlaði fíggjarkarmurin 391 mió. krónur. Eftir ætlan verður Skúladepilin við Marknagil liðugur á sumri 2014.