Tjóðveldisflokkurin vil eftir øllum at døma ikki rinda tað, sum Team 85 krevur fyri at hava gjørt lýsingar fyri flokkin uppundir løgtingsvalið í fjør. Tí hevur fyritøkan stevnt flokkinum fyri at fáa teir kravdu pengarnar. Sambært rættarlistanum var fyrireikandi rættarfundur týsmorgunin.
Málið snýr seg um eina nógv umstrídda lýsing. Stór gøla stóðst av hesi lýsing hjá Tjóðveldisflokkinum, sum stóð í Sosialinum stutt fyri valið. Flokkurin vildi ikki kennast við innihaldið í hesi lýsingini, og Team 85 átók sær ábyrgdina av hesum mistaki.
Lýsingin vísti helvtina av andlitinum á Lisbeth L. Petersen setta saman við helvtini av andlitinum hjá Anders Fogh Rasmussen, og áskriftin var hálvdanskt. Eisini var helvtin av andlitinum hjá Jóannesi Eidesgaard sett saman við Poul Nyrup Rasmussen, og hendan samansetingin varð kallað hálvføroysk. Síðani varð andlitsmynd av Høgna Hoydal, og hetta varð kallað "føroyskt".
Tjóðveldisflokkurin heldur, at virðið av øllum teirra valstríði minkaði munandi av hesi lýsingini, hvørs innihald flokkurin ikki vil kennast við. Ósemjan snýr seg sostatt um samlaðu rokningina fyri valstríðið.
Hvørki Johnny Gaard, stjóri á Team 85, ella Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vilja gera viðmerkingar til málið. Heldur ikki bar til at fáa upplýst, hvussu nógvur peningur liggur í buktini.
Væntandi er tó, at partarnir koma til eina semju, og at Føroya Rættur ikki skal avgera hesa trætuna millum partarnar.Málið er útsett fleiri ferðir áður, og partarnir hava roynt at funnið eina semju.