Team 85 í nýggjum hølum

Fríggjadagin 16. desember var móttøka í fyrrverandi rættarhølunum í J.H. Schrøtersgøtu í Havn, í sambandi við at lýsingafyritøkan Team 85 var flutt inn í bygningin

Lýsingafyritøkan Team 85 er nú flutt í nýggj hølir í J.H. Schrøtersgøtu, har Føroya Rættur hevur hildið til í nøkur ár. Team 85, sum nú hevur 20 ár á baki, hevur eisini fingið nýggjar eigarar. Fýra av fyrrverandi starvsfólkunum: Poul Clementsen, Edith Dahl Jensen, Tórður Patursson og Høgni H. Jacobsen, hava keypt helmingin av fyritøkuni frá P/F Dimmalætting. Virkandi stjóri í fyritøkuni er Hjalgrím Samuelsen.

Team 85 er nú størsti veitari av sínum slagi í landinum, við at teir hava yvirtikið virksemið hjá Dekostovuni, sum m.a. arbeiðir við stórprenti, skeltum og messubásum.

Móttøkan var sermerkt á tann hátt, at tveir gestarøðarar vóru bodnir við. Talan var um tveir Høgnar, Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður Tjóðveldisflokksins. Høgni Hoydal var boðin at siga nøkur orð í júst sama høli, sum dómur fyri kortum var avsagdur millum Team 85 og Tjóðveldisflokkin.