Í USA vil tann republikanska Tea Party-rørslan vil ikki hava skyldina av, at ein maður royndi at beina fyri demokratiska politikaranum Gabrielle Griffords um vikuskiftið.
Tea Party hevur verið fyri hvøssum atfinningum síðani skottilburðin í Arizona, og fleiri halda, at tað hvassa og ágangandi orðalagið hjá rørsluni kann fáa fólk at gera politiskum mótstøðufólki ónáðir og kanska at brúka vápn ímóti teimum.
Í einum teldubrævi til sínar limir skrivar Tea Party, at rørslan er ræðslusligin av tí, sum er hent Gabrille Giffords.
-Vit hava einki við hendan syrgiliga tilburðin at gera, men vit fara framvegis at stríðast fyri tí landi, sum vit elska, skrivar Tea Party í teldubrævinum.