Umstríddi amerikanski politikarin, Michele Bachmann (myndin), sum í 2012 lá framvið at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum, boðar nú frá, at hon ikki stillar uppaftur til umboðsmannatingið í kongressini.
Hon vísir samstundis aftur, at avgerðin hevur nakað við tað at gera, at forsetavalstríð hennara í hesum døgum verður endavent, tí illgruni er um, at brot eru framd á reglurnar fyri, hvussu politikarar kunnu fíggja eitt valstríð.
57 ára gamla Bachmann, sum var ein av stóru stjørnunum í sera høgravendu Tea Party-rørsluni, er kend fyri ikki at leggja fingrarnar ímillum, og serliga hava tað verið evangeliskt kristnir veljarar, ið hava givið henni stuðul og verið hennara bakland.
Mín avgerð hevur einki við tað at gera, at eg skal vera bangin fyri ikki at vera afturvald, sigur Michele Bachmann, sum í einum møguligum valstríði vildi fingið harða kapping frá demokratiska valevninum, Jim Graves.
Eisini avsannar hon, at avgerð hennara um at gevast, skal hava nakað at gera við tær í minsta lagi fimm kanningarnar, sum í løtuni eru í gongd av hennara innanhúsis valstríðið í republikanska flokkinum.