Te: Hvítt 2/4

Hvítt te verjir allan kroppin, vísa fleiri kanningar ? eitt nú er teið ein serlig fyribyrging av hjartasjúkum. Hvítt te hevur verið nýtt sum heilivág í fleiri árhundrað, men modernaða serfrøðingin hevur nústaðni funni út av, at te er tann optimala drykkin fyri heilsuna. Hóast bæði svørt og grøn te eru sunn, er hvíta teið tað, ið er minst viðgjørt og inniheldur flestar antioxidantir (evni, ið forðar oxidantum, ið skaða kroppin)

 

Tað eru nøkur serlig viðurskifti, hvít te er gott fyri. Orsakað av, at teið er so lítið viðgjørt, hevur tað eina størri mongd av føðievnum í sær enn grønt og svart te.

 

Lægri blóðtrýst

 

Kanningar vísa, at hvítt te tinnir blóðið og betrar um virkni við lívæðrinum. Teið lækkar høgt blóðtrýst og varðveitir eitt sunt blóðtrýst. Hvítt te fyribyrgir sostatt eisini blóðproppar.

 

Lægri kolesterol

 

Catechins (eitt slag av antioxidantum) eru prógvaðir at minka um kolesteroltalið í kroppinum, og hvítt te hevur hópin av teimum. Har eru góð kolesterol og ring. Hvítt te hækkar talið av teimum góðu, meðan tað minkar um tey ringu.

 

Hjartað

 

Við at tinna um blóðið, lækka um blóðtrýstið og minka um kolesterolið, verjir hvíta teið eisini hjartað og alla blóðskipanina. Kanningar vísa, at fólk, ið drekka tveir ella fleiri koppar av hvítum tei, hava minka sín kjans at doyggja av hjartasjúkum við 50 prosentum.

 

Lesið meira á Te: Hvítt 1/4, 3/4 og 4/4.

Kelda: whiteteaguide