Te: Hvítt 1/4

Hvít te hevur verið nýtt sum heilivág í fleiri árhundrað, men modernaða serfrøðingin hevur nústaðni funni út av, at te er tann optimala drykkin fyri heilsuna. Hóast bæði svørt og grøn te eru sunn, er hvíta teið tað, ið er minst viðgjørt og inniheldur flestar antioxidantir (evni, ið forðar oxidantum, ið skaða kroppin)

 

Tað eru nøkur serlig viðurskifti, hvítt te er gott fyri. Orsakað av, at teið er so lítið viðgjørt, hevur tað eina størri mongd av føðievnum í sær enn grønt og svart te.

 

Kinesiska halgisøgan sigur, at fyri umleið 5000 ár síðan ferðaðist keisarin, Shen Nung, runt landsslagið. Vatnið varð ikki drekkandi, so hann bað um at fáa tað kókað. Knappliga datt eitt teblað niður í koppin, og tann forvitni keisarin lat tað liggja og drakk vatnið. Teið varð føtt.

 

Síðan hevur te verið eitt drykkur hjá teimum ríku og royalu fólkunum í Kina og Japan.

Í 1885 vórðu útvaldir partar av teplantuni gjørdir til hvítt te. Hvítt te varð so at siga ókent alla aðrastaðni enn í Kina til fyri stuttum.

 

Antioxidantir

Millum annað, sum sagt áður, hevur hvítt te eitt ríkt innihald av antioxidantum. Antioxidantir eru føðievni, ið fyribyrgir skaðar í kroppinum orsaka av oxidantum. Oxidantir oyðileggja DNA og framskundar aldring.

 

Krabbamein

Hvítt te hevur nógv í sær, ið arbeiðir ímóti kyknum, ið leiða krabbamein. Hvítt te hevur eisini í sær evni, ið arbeiðir beinleiðis ímóti summum sløgum av krabbameini ? eitt nú í prostata, búkinum og langanum. Í summum førum er tað prógvað, at hvítt te riggar akkurát líka væl ímóti krabbameini sum heilivágin, læknin gevur ? men uttan hjáárin.

 

lesið meira í ?Te: Hvítt 2/3 og 3/3?

 

kelda: whiteteaguide