Summir kinesiskir serfrøðingar meta, at øll áttu at drukkið tíggju koppar av grønum tei um dagin fyri at fyribyrgja kroppin og niðurberja sjúkur. Líka síðan grøna teið varð funnið, hevur tað hevur kent fyri sínar farmalogisku ágóðar. Hóast grønt te ikki er góðkent sum heilivág, hevur teið summi læknafrøðilig árin.
Grønt te verður mett at vera besta heilsugevandi evni í siðbundnu kinesisku læknafrøðini. Serfrøðiligar kanningar prógva nú, at antioxidantarnir í grøna tenum hava stóra ávirkan á ymisk øki í kroppinum.
Grønt te inniheldur millum annað catechin, theaine og saponin. Rúgvan av vitaminum, aminosýrum, føðievni og onnur aktiv evni í grøna tenum hava ymiskar ágóðar:
Anti-aging
Grønt te inniheldur nógv, ið verjir og arbeiðir ímóti sjúkum og aldring. Grøna teið verjir blóðringrásina, heilan, nýrini og aðrir partar av kroppinum. Grøna teið lækkar um ov høgt blóðsukur. Grøna teið mótarbeiðir aldring og verjir allan kroppin sum heild.
Har er nærum einki neiligt við grøna tenum uttan tað, at teið inniheldur koffein. Innihaldið er tó væl lægri enn kaffi og onnur te, og onnur innhald í tenum mótarbeiðir onkursvegna árinini hjá koffeininum.
Hvussu nógv skal eg drekka?
Summi kinesiskir serfrøðingar meta, at ein skal drekka tíggju koppar av grønum tei um dagin, meðan aðrir meta, at tveir til tríggjar koppar eru nóg mikið. Miðaltalið vil síðan vera um fýra ti fimm, og tað skuldi verið nóg mikið fyri flest menniskju.
Um tær ikki dámar grønt te, kanst tú eta vitaminir, ið innihalda somu evnini sum grønt te. EGCG verður innihaldið kallað.
kelda: freeiln










