Útbygt Xplore til løgtingslimir

Í desember bleiv avtala gjørd millum altjóða oljufelagið Eni og føroyska felagið Simprentis um rættindini til oljusimulatiónina Xplore. Farið er undir at útbyggja simulatiónina, og í næstum verða oljuleitingarskeið marknaðarførd bæði innan- og uttanlands.

Oljuleiting á teldu


Xplore hevur til endamáls at geva eina grundleggjandi fatan av oljuleiting og bleiv ment í sambandi við eina kapping millum føroyskar miðnámsskúlar í 2002.

Letur hurðar upp
Í høvuðsheitum sigur avtalan millum Eni og Simprentis (áður kent undir navninum Tökni), at Simprentis fær øll rættindi til Xplore, samstundis sum at Eni fær eitt ávís tal av oljuleitingarskeiðum frá Simprentis ókeypis.

Eni er eitt av heimsins týdningarmestu oljufeløgum, og Simprentis-skeiðini skulu veitast bæði til starvsfólk hjá Eni og í sambandi við førleikamenning í teimum londum, har Eni leitar eftir olju.

Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis, sigur við Sosialin, at avtalan við Eni er sera týdningarmikil fyri føroyska felagið. ? Ikki minst, tí hetta kann lata okkum hurðar upp um allan heim.

Útbygd útgáva
Xplore verður í løtuni útbygt og gjørt klárt til at blíva veitt á fyrstu almennu oljuleitingarskeiðunum, sum ætlandi verða í skeiðshølum í Aberdeen 10. februar, í London 12. februar og í Tórshavn 25. februar.

Útbygda útgávan eitur Xplore Advanced, og tað er henda útgáva, sum verður nýtt í bæði almennum skeiðum og serskeiðum. Kundar eru oljufeløg sum Eni, og eitt nú tænastuveitarar í oljuvinnuni, fíggjarfyritøkur, lærdir háskúlar og myndugleikar.

Uppruna útgávan broytir samstundis navn til Xplore Basic, og hon fer fyrst og fremst at blíva brúkt í sambandi við tiltøk fyri skúlanæmingar.

Skeið í Føroyum
Sum skilst fer Simprentis eisini at bjóða skeið í Føroyum, og umframt almennu skeiðini nevnir Ólavur Ellefsen møguleikan at skipa fyri serskeiðum fyri fyritøkum og myndugleikum.

? Nú ætlanin er at fara undir næsta útbjóðingarumfar í Føroyum átti nývalda løgtingið at fingið gagn av einum oljuleitingarskeiði, heldur stjórin á Simprentis.

? Ein góð fatan av oljuleiting og gott skil á hugtøkum, sum eitt nú loyvistreytir og rakstrarverdar nøgdir munnu koma væl við, tá stórar avgerðir skulu takast um føroysku oljuframtíðina.

Skeiðini frá Simprentis taka støði í, at tú lærir best tá tú sjálv/ur tekur virknan lut í undirvísingini. Í oljusimulatiónini verða luttakarar býttir í bólkar, sum kappast, samstarva og taka avgerðir í oljuleitingini í einum hugsaðum oyggjalandi.

Endamálið er ikki at útbúgva serfrøðingar, men heldur at geva eina fatan av avbjóðingum og møguleikum í vinnuni.

Komandi november verður ? eins og í 2003 ? eitt millumtjóða tiltak, har Xplore Basic verður nýtt til at geva miðnámsskúlanæmingum eina fatan av oljuleiting. Eisini verður arbeitt við líknandi tiltaki fyri lærdar háskúlar í fleiri londum, men tað er enn ikki staðfest, nær tað tiltakið verður.