Bygging
Skála: Á Skála eru tey ikki í iva um tann týdning, sum ítróttin hevur fyri kommuna. Tí verður roynt at gera umstøðurnar hjá ungdóminum so góður, sum yvirhøvur gjørligt.
Í løtuni verður ítróttarhøllin útbygd við einum umleið 40 fermetra stórum tilbygningi norður úr durinum.
Asbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevndini hjá kommununi, sigur, at talan er um eitt felagshøli til ítróttarfelagið í bygdini.
- Kommunan rindar tilfarið til byggingina, og síðan verður arbeiðið gjørt sjálvboðið. Hetta er ein háttur, vit í fleiri førum hava brúkt, tá ið ræður um ítróttin, sigur hann.
Áður hevði ítróttarfelagið eitt felagshøli í landnyrðingshorninum í ítróttarhøllini, men hetta hølið er ikki tókt longur.
Nýtt slitlag
Asbjørn veit at siga, at kommunan eisini fer at leggja nýtt slitlag oman á vøllin í høllini.
- Hetta verður gjørt, tá ið vetrarkappingarnar eru av, helst í mai.
Vøllurin verður fyrst umvældur, og síðan verður nýtt lag lagt omaná, eins og gjørt er í ítróttarhøllini í Runavík. Ætlanin er at leggja grønan lit omanyvir tað, sum er, sigur hann.
Tað var umsjónarmaðurin, Karlo Poulsen, ið mælti til at leggja nýtt slitlag omanyvir tað gamla.
- Vit hava hugt at, hvussu út sær. Gamla lagið er farið í støðum, og vit eru samdir um, at tíðin er komin at leggja nýtt lag á vøllin.
Karlo Poulsen hevur verið umsjónarmaður í høllini á Skála í nógv ár, og nú hann er pensjóneraður, er nýggjur maður, Eyðbjørn Joensen, settur sum umsjónarmaður. Karlo loysir tó framvegis av í høllini, eitt nú í vikuskiftunum.
Eyðbjørn og konan, Sigurlaug, reka eisini kafeteria, sum er í ítróttarhøllini á Skála.
Fysioterapi
Asbjørn sigur, at ítróttarfeløgini á Skála og Strondum hava tikið stig til at keypa ein bonk, har til ber at viðgera ítróttarskaðar við fysioterapi.
- Vit hava játtað okkara part av stuðlinum til keypið, og eg havi skilt, at Sjóvar kommuna hevur játtað sín part.
Ætlanin er, at bonkurin skal hava støð í høllini á Skála, og feløgini skulu sjálvi syrgja fyri, at fysioterapeutur er á staðnum, tá ið ítróttarkappingar eru, bæði í høllini og úti á fótbóltsvøllinum.
- Við hesum verður møguligt hjá fólki, sum fáa skaða, at fáa viðgerð á staðnum beinanvegin, sigur Ásbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevndini hjá Skála kommunu.
Hann heldur at enda, at ítróttin er eitt stórt aktiv hjá kommununi og ein týðandi liður í at fremja trivnað.