Útbyggja dagstovnin Eikilund

Børn og ung raðfest í 2018 í Vágs Kommunu.

Seinastu árini hevur Vágs kommuna raðfest økið Børn og ung, 2018 verður onki undantak, skrivar Vágs Kommuna á vagur.fo..

 

 

 

Nú fíggjarætlanin fyri 2018 er samtykt er eisini greitt, at komandi ár verður farið undir 1. stig í útbyggingini av dagstovninum Eikilund. Harumframt verður eisini farið undir at betra um umstøðurnar á spæliplássinum við Eikilund, eitt átak sum verður gjørt í framhaldi av fíggjarætlanini fyri inniverandi ár.

 

 

Í Dagrøktarhúsinum verður komandi ár eisini farið undir at gera dagføringar, eins og eitt ynski hevur verið seinastu árini. Umframt íløgurnar á dagstovnaøkinum, verður í 2018 eisini gjørd ein uppraðfesting av tilboðnum á dagstovnaøkinum við tað at eitt stuðulstoymið við m.a. ergoterapeauti og fysioterapeauti verður knýtt at dagstovnaøkinum.

 

 

Komandi ár verður eisini farið undir at dagføra spæliplássið í miðbýnum, soleiðis at tað kann gerast innbjóðandi bæði fyri fólk her á staðnum og vitjandi.

 

 

Játtan er eisini sett av til virksemi hjá Ungdómsnevndini, sum saman við Ungdómsráðnum ger at gera ætlan fyri 2018, skrivar vagur.fo.