Útbyggingin kann virka øvugt

- Eg fegnist sjálvandi um, at flogvøllurin nú er føroyskur. Nú kunnu vit umsíðir fara undir at leingja hann.

- Samstundis mugu vit ansa eftir, at vit ikki útbyggja hann ov nógv. Tað kann koma okkum aftur um brekku, sigur Jørgen Niclasen úr Sørvági.

Vágar: - Fyrimunurin við at leingja vøllin eru sjálvandi fleiri: Tá kunnu stór flogfør, sum taka munandi fleiri ferðafólk enn nú, seta seg her.

- Men tað er kortini ein vansi: Við teimum stóru fløgførunum kann títtleikin av fráferðum fara at minka so mikið nógv, at tað ikki verður flogið higar hvønn dag. Tað má bara ikki henda her!, sigur tingmaðurin úr Sørvági.

Hann vísir til líknandi dømir úr Grønlandi, har ein júst hevur upplivað hetta sama: Flogførini taka so nógv ferðafólk, at tað er ikki grundarlag at hava flogvøllin opnan meiri enn fimm dagar um vikuna.

Støðan har er snøgt sagt hon, at flogvøllurin er ikki opin um vikuskiftini, tí tað loysir seg ikki at hava opið hesar dagar.

- Hjá okkum er neyðugt at taka allar partar við. Argumentini fyri einum 1600 metrar longum flogvølli eru góð, men eg eri ikki sannførdur um at 1800 metrar er tað rætta.

- Vit mugu finna eina hóskandi javnvág í til okkara viðurskifti, sigur Jørgen Niclasen.

 

Alt og ov lítil

Jørgen fegnast um at flogvøllurin nú er føroyskur, og sum hann tekur til: - Eg havi sjálvur verið sannførdur um tað í mong ár, at framdu vit ikki útbyggingina sjálvir, so gjørdi eingin tað.

- 30 ára naggatódn er nú umsíðir at enda komin. Nú er tað okkara uppgáva at gera tingini liðug.

Hann var sjálvandi við til hátíðarhaldið á flogvøllinum í gjár, tá danskir myndugleikar handaðu føroysku myndugleikum flogvøllin í Vágum.

Til staðar vóru vinnumálaráðharri okkara, Bjarni Djurholm og umboð fyri danska ferðslumálaráðið, umframt onnur almenn umboð. Gleðin um yvirtøkuna var stór.

- Ja, nú er alt hetta okkara. Men hinvegin, so er alt hetta alt ov lítið. Flogvøllurin má útbyggjast ongatíð ov skjótt!, slær hann fast.

 

Tveir møguleikar

Spurningurin og tjakevnið í dag er, hvørt tann føroyski vøllurin skal leingjast til 1600 metrar ella 1800 metrar.

Sjálvur sigur Jørgen seg ikki vera tekniskt kønan, men hann hevur lisið tær frágreiðingarnar sum vísa á báðar longdirnar.

Her verður víst á kostnað og nyttu. Og eftir hesum at døma verður staðfest, at loysnin við teimum 1600 metrunum er sera góð.

- Hinvegin eru 1800 metrar eisini ein avgjørdur møguleiki. Er munurin á kostnaðinum lítil, eigur ein at kanna henda møguleikan eisini.

- Jú longri vøllurin er, tess betri fært tú hóast alt brúkt hann til størri flogfør, sigur tingmaðurin úr Sørvági.

 

 

 

 

Ov nógvir fløskuhálsar

Er neyðugt at útbyggja flogvøllin, er ein útbygging av sjálvum terminalinum ikki minni átroðkandi.

Jørgen staðfestir tað sama sum flest onnur, at terminalurin er alt ov lítil og ótíðarhóskandi.

- Her eru alt ov nógvir fløskuhálsar, sum hann tekur til:

Í dag er bert ein einstøk fráfaringarhøll, og tí kann bert eitt einstakt flogfar avgreiðast ísenn. Haraftrat er støðan hon, at pláss er bert fyri trimum flogførum uttanfyri.

Við peninginum úr Íleggingargrunninum verður lagt upp til at terminalurin gerst tvífalt so stórur sum í dag.

- Tá hetta er gjørt, fáa vit brúkiligar høllir bæði til komur og fráferðir, og at fleiri pláss verða til bilarnar.

- Vit ætla tí at hetta næsta árið skal fara til prosjektering, soleiðis at útbyggingin kann byrja í komandi ári, sigur Jørgen Niclasen.