Útbyggingin bíðar

Tað dregur út við útbyggingini á flogvøllinum. Leingingin av vøllinum bíðar, og glíðibreytin, sum keypt er, liggur niðurpakkað. Danir, sum eiga vøllin, bíða eftir fullveldinum

 

Samferðsla

Flogvøllurin: Framtíðin hjá flogvøllinum í Vágum er eitt sindur sveimandi i løtuni. Ætlaða leingingin av vøllinum og uppsetingin av glíðibreytini, sum annars er keypt, bíða eftir, hvat føroyingar fara at gera á politiska økinum. Danir vilja ikki gjalda fyri ein flogvøll, sum føroyingar kortini fara at yvirtaka.

Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at ætlanir eru um stórar útbyggingar viðflogvøllin umframt leinging av sjálvum vøllinum. Terminalurin skal byggjast út, og parkeringspláss skulu gerast uttan fyri at taka í móti øktu bilferðsluni, sum væntandi er, tá undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi verður tikin í nýtslu um góð tvey ár.

Glíðibreytin, sum ætlanin er at seta upp við flogvøllin, er keypt og liggur niðurpakka á eini goymslu í Vágum, sigur Finnbogi Niclasen. Og tað er stórt spell, tí talan er um trygd í ferðsluni. Glíðibreytin hevði nevniliga gjørt tað møguligt hjá flogførum at lent við sýni heilt niður í einar 600-800 metrar.

Heilt undan avlýsingum orsakað av mjørka sleppa vit helst ongantíð, heldur hann og vísir á, at tað hendir eisini, at eitt nú floghavnin í Kastrup verður stongd.


Byggja terminalin út

Finnbogi Niclasen sigur, at tað er gjørt eitt skitsuprojekt til ein terminal fyri einar 30 milliónir krónur. Men hendan útbyggingin liggur eisini og bíðar eftir politisku støðuni í Føroyum, sigur hann. Og tað er sera óhepppið.

Ferðslan um flogvøllin er nógv vaksin seinnu árini, og vøksturin stendur við. Eisini í janur í ár var ein vøkstur í munt til í fjør, sigur flogvallarovastin.

Terminalurin er ov lítil sum er, og tað eru fleiri umsóknir um leigumál, sum ikki ber til at ganga á møti orsakað av plásstroti.

Arbeitt hevur verið við at fáa høli til tollfría sølu á flogvøllinum. Onkur hevru ført fram, at tað fer at taka ov nógv frá flogfeløgunum, tí sølan umborð á flogførunum fer at minka mundandi, um selt verður á vøllinum.

Men tað sær Finnbogi Niclasen ikki sum nakrar trupulleika. Tí tað ber væl til, sigur hann, at gera eina avtalu, sum býtir yvirskotið av eini slíkari sølu millum eitt nú flogfeløgini, sum flúgva upp á Vágar, og flogvøllin.

Eitt, sum gerast má nú beinanveg, sigur Finnbogi Niclasen, eru høli til passeftirlit. Schengen avtalan kemur í gildi fyrsta dagin, og tá fær løgreglan eitt sindur av eyka arbeiði av tí, at Bretland og Írland ikki eru við í avtaluni. Tað ger so, at eftirlit skal vera við ferðafólki bæði til og frá hesum londum.

Eisini høliviðurskiftini hjá tolleftirlitinum eru ov tronglig. Alla aðra staðni í verðini hava fólk møguleika at velja grøna ella reyða útgongd, tá tey koma ígjøgnum eftirlitið. Men her skulu øll gjøgnum sama trongan, vísir Finnbogi Niclasen á. Og tað heldur hann ikki vera nøktandi tænastu til ferðafólkið.


Tyrluflúgvingin

Tað fyrsta, sum nú verður gjørt, sigur flogvallarovastin, er at seta VHF sendara upp á Akrabyrgi, soleiðis at tyrluflúgvingin, sum verður í samband við oljuleiting sunnanfyri, kann vera trygg.

Avtala er gjørd við Føroya Tele um innivist til sendarar og móttakarar í onkrum av bygningunum í Akrabyrgi.

Útgerðin verður so sett upp og royndarkoyrd í mars-apríl, og verður væntandi klár til nýtslu beinanveg.

Á sjálvum flogvøllinum verður einki gjørt enn við nakara útbygging til tryluflúgving, sigur Finnbogi Niclasen. Hann væntar ikki, at tað verður tann øgiliga ferðslan í fyrstu syftu. Einar átta fráferðir og komur um vikuna í summar, væntar hann, verður tað, sum kemur aftrat verandi tyrluflúgving, nú farið verður undir oljuleiting. Og tí klárar flogvøllurin í Vágum væl at taka ímóti.

Men tað verður helst meira virksemi komandi ár aftur, sigur Finnbogi Niclasen, og so mugu vit síggja, hvat gerast skal.


Onnur viðurskifti

Onkuntíð hevur verið tosað um at gera ein krossvøll fyri at sleppa undan avlýsingum av millum øðrum síðuvindi.

Men tað heldur Finnbogi Niclasen ikki vera realistiskt at tosa um. Flogførini eru so góð í dag, at eitt sindur av síðuvindi nervar tey ikki nevnivert. Er stormur tvørs, verður sjálvandi ikki lent, men farið aðrastaðni at bíða. Og vanliga verður so lent kortini nakrar tímar seinni.

Alt í alt liggja avlýsingar orsakað av síðuvindi millum onga og fýra upp á ársbasis. Og tað sigur seg sjálvt, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, at tað er ikki nakað grundarlag at byggja ein nýggjan vøll uppá.

Ferðslan um flogvøllin økist. Og nú undirsjóvartunnilin kemur, fer bilferðslan til og frá vøllinum uttan iva at vaksa heilt munandi. Tí er neyðugt við nógvum parkeringsplássum aftrat teimum verandi. Og tað arbeiðið verður farið undir nakað skjótt, sigur Finnbogi Niclasen. Sum er, eru umleið 100 parkeringspláss við flogvøllin, og tað verður alt ov lítið, tá tunnilin er latin upp. Tí verður arbeitt við at fáa nógv fleiri parkeringspláss oman fyri terminalin, niðan móti landsvegnum til Sørvágs. Og tey skulu standa klár, tá latið verður upp undir Vestmannasundi, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.