Ferðafólk, sum ferðast umvegis Vága Floghavn eftir 7. januar og fram til 1. maj 2014 fara at varnast, at Vága Floghavn arbeiðir við at gera umstøðurnar hjá teimum ferðandi enn betur.
Tað sigur Vága Floghavn í fráboðan.
Tey, sum koma vestur á flogvøllin til fyrstu fráferð hjá Atlantic Airways týsmorgunin 8. januar kl. 8.15, vera tey fyrstu ferðafólkini, sum koma at royna nýggju fyribils fráferðarhølini á flogvøllinum.
Fram til umbyggingin verður liðug í 2014 kemur fráferðarhølið og taxfreehandilin at liggja beint við síðuna av kekk in.
Núverandi fráferðarhøli verður tikið niður.
Seinni í vár broytast so eisini parkeringsviðurskiftini hjá viðskiftafólkunum á flogvøllinum, men meira kunning verður um tað seinni.
Ein talgild útgreining av útbyggingini sæst niðanfyri: