Útbyggingar skulu gerast við Margáir

Tað er fyritøkan Westtech í Sørvági, sum hevur teknað heildarætlanina fyri Margáir.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi mánakvøldið 26. februar at fremja munandi útbyggingar á ítróttarøkinum við Margáir í Streymnesi.

 

Tað er fyritøkan Westtech í Sørvági, sum hevur teknað heildarætlanina. Ætlanin inniber nýggjar ljósmastrar, útbygging av ítróttarhúsinum, skýli yvir áskoðaraplássini umframt goymslubygning.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at ætlanin er at fáa framt grevstur, stoyping av húsi, dekkelementir, tekju og ljósmastrar í 2018. Síðan er ætlanin at gera restina í 2019.

 

Sunda kommuna hevur sett av 4,1 miljón krónur til verkætlanina í 2018, og tey siga, at tá heildarætlanin er framd í verki, verða karmarnir at íðka ítrótt við Margáir av teimum bestu.