Útbygging á Vestsalmon

Á kryvjivirkinum Vestsalmon í Kollafirði byggja tey út fyri einar 14 milliónir krónur í ár. Umframt hevur Vestsalmon keypt pakkhúsið hjá Kollafjarðar Kommunu, meðan kommunan hevur keypt Salmex-bygningin frá Vestsalmon

Vestsalmon verður bygt út fyri einar 14 milliónir krónur í ár. Talan er um størri frystiorku, vaskimaskinu og blóðgikar.

Stóra útbyggingin, sum er í gongd í løtuni, er ein nýggj høll til frystingina. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, sigur, at hendan útbyggingin fer at økja frystiorkuna við eini helvt. Frá 20 tonsum um samdøgurði til 30 tons.

Tað er soleiðis í dag, sigur Frímund Hansen, at tey klára at frysta 20 tons um samdøgurði í tveimum skiftum. 10 tons hvørja ferð. Tað er ov lítið, sigur hann, so nú verður bygt út, soleiðis at orkan veksur við eini helvt til 30 tons um samdøgurði, sum kunnu frystast í einum. Útbyggingin er gjørd soleiðis, at til ber at tvífalda frystiorkuna seinni.

Frímund Hansen sigur, at tað var vorðið ov trongligt á virkinum, har arbeitt varð bæði feskt og fryst. Tí hava tey bygt hendan nýggja bygningin uppí úteftir. Hesin bygningurin økir gólvvíddina við 800 fermetrum, sigur hann.

Tað er partafelagið Bulur í Kollafirði, sum ger arbeiðið. íløgan fer at liggja um 10 milliónir krónur.

Eisini hevur Vestsalmon gjørt íløgu í eina vaskimaskinu at vaska kassar við.

Økið, sum var opið millum gamla Blue North og pakkhúsið hjá kommununi er innilokað, og har er nýggja vaskimaskinan sett upp. Hendan íløgan er upp á eina tvær milliónir krónur, sigur stjórin á Vestsalmon.

Eisini verður nýtt blóðgikar sett upp á Vestasalmon, sigur Frímund Hansen. Eisini hetta er ein íløga upp á eina tvær milliínir krónur. So alt í alt ger Vestsalmon íløgur fyri einar 14 milliónir krónur í ár.

Umframt allar hesar íløgurnar hevur Vestsalmon eisini keypt reyða pakkhúsið við síðuna av virkisbygninginum frá Kollafjarðar Kommunu. Í staðin hevur kommuna so keypt bygningin, Vestsalmon átti ytri á havnarlagnum, Salmex bygningin. Her hevur Vestsalmon goldið ein prís ímillum, sigur Frímund Hansen, men vil ikki siga, hvussu nógv tað er.

Kollafjarðar Kommuna er í ferð við eina størri havnarútbygging uttan fyri Langasand. Har skal millum annað nýggja frystihotellið standa.