Delta Seafood á Tvøroyri hevur í eina tíð bygt út á Tvøroyi.
Delta Seafood byrjaði sítt virksemið í Suðuroynni í 1995. Endamálið var at virkað fiskin sum Føroya Fiskavirking Tvøroyri ikki framleiddi , men sendi norðurum fjørin til virkingar.
Delta Seafood hevur spakuliga vaksið um sítt virksemið hesi árini og er í dag partur av virksemið í Vági, Hvalba, Skopun og Tvøroyri.
Í 2016 fór Delta Seafood undir stórar útbyggingar á havnarlagnum á Tvøroyri, hesar útbyggingar eru um at verða lidnar.
Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari, sigur, at eftir ætlan verður klárt at fara undir virksemi í nýggja bygninginum um eina viku ella so.