Tvær aðru viðgerðir av tveimum nógv umtalaðum málum vóru á dagsskránni fyri tingfundin í gjár.
Fyrsta málið var tingmál nummar 17/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Hetta er uppskot, ið Eyðun Elltør, landsstýrismaður í oljumálum, legði fyri tingið 30. november í fjør.
Hitt málið, ið var til aðru viðgerð, var tingmál nummar 18/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund. Talan er um ta nógv umrøddu anlegslógina, ið gevur P/F Vágatunnilinum alla ábyrgd av at gera og reka tunnilin undir Vestmannasundi somuleiðis, sum felagið eisini fær ognarrætt yvir tunnilinum og einum parti av vegakervinum.
Uppskotið um anlegslógina legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnu- og samferðslumálum, fyri tingið 2. desember í fjør.
Áðrenn farið varð undir tær báðar aðru viðgerðirnar, var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
Eftir báðar aðru viðgerðirnar var framløga á skránni.










