Í morgin, 23. februar, eru 70 ár liðin síðani Tvøroyrar Borðtennisfelag (TBF) varð sett á stovn, og føðingardagurin verður hátíðarhildin í heimbygdini hetta vikuskiftið.
Leygarmorgunin verður byrjað við kapping fyri børnum kl.10.00 og kapping fyri vaksnum og veteranum kl.13.00. Kl.16.00 verður almenn móttøka, har Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingur, fer at hugleiða um søguna hjá TBF.
Um kvøldið verður dansur í Tvøroyrar Klubba, har Eyðun Nolsøe og Tróndur Enni fara at syngja og spæla.
Myndin omanfyri er frá fyrsta liðdystinum ímillum TBF og Kyndil. Myndin er tikin umleið 1957/58, og teir á myndini eru f.v.: Hendrik Rubeksen, Poli í Øravík, Vagnar Olsen, Tórbjørn Mikkelsen, Annfinn R. Nielsen, Harry S, Johansen, Thorolf Dam, Sverri Midjord, Niels Midjord, Niels Pauli Niclasen og Sigurbjørn Niclasen.