Mikukvøldið 20. juni klokkan 20 verður stovnandi fundur á Seglloftinum, fyri tey, ið hava áhuga í at verða við í einum fjepparafelagi fyri TB.
- TB leikararnir hava givið okkum so ómetaliga nógv ígjøgnum árini - ikki minst higartil í ár - og vit eru nøkur, ið fegin vilja geva nakað aftur, siga fyrireikararnir.
- Vit halda, at tað er alt ov friðarligt kring vøllin og tað kunnu vit saman broyta. Spælararnir skulu bæði kenna á sær at teir eru á heimavølli, men teir skulu eisini vita hvør er við teimum til útidyst.
- Við Stórá skulu mótstøðuliðini ikki einans stúra fyri mótstøðuni Á vøllinum, men teir skulu sanniliga eisini hoyra okkum áskoðarar. Vit skulu vera við til at bera liðið fram eftir vøllinum í við- sum í mótgongd, siga fyrireikararnir.
Their halda, at tað líkist ongum, at Føroya elsta fótbóltsfelag onki skipað fjepparafelag hevur.
Á skránni fyri fundin mikukvøldið er ætlanin at er velja nevnd, at finna upp á eitt navn til felagið og at samtykkja viðtøkur fyri felagið.
Ætlanin er eisini at tosa um, hvat virksemi felagið skal standa fyri, siga fyrireikararnir.