Tað eru 24 ár síðani, at TB fór úr Gundadali við sigri ímóti B36. Síðani tá hava B36 og TB spælt tólv ferðir í høvuðsstaðnum. B36 hevur vunnið fulla úrtøku níggju ferðir, og tríggjar ferðir er tað endað javnt. Í fjør vann B36 3-0 og 2-1.
B36 venjarin Eyðun Klakstein heldur, at avrikini hjá hansara monnum higartil hava verið misjøvn:
-Vit hava níggju stig, og tað er á góðari leið, hóast vit iðra okkum um tapið á Skála. Avbjóðingin er, at vit ikki hava verið nóg støðugir. Í løtum hava vit víst meistaraspæl, meðan tað til aðrar tíðir ikki hevur verið at sæð, at hetta er meistaraliðið frá í fjør. Takið er at fáa allar spælararnar alla tíðina at vísa rætta hugburðin, sigur B36 venjarin.
Tað er ivasamt, um Alex Mellemgaard verður førur fyri at spæla ídag. Hann hevur tupulleikar við lærkrikanum. Róaldur Jakobsen er leikbannaður, og Robert Heðin Brockie og Hanus Thorleifsson eru skaddir. Høgni Eysturoy er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Tað er møguleiki fyri, at hann fyri fyrstu ferð í ár verður á høgra vongverja ídag.
TB úrtøkan úr fýra umførum er fýra stig og málmunurin 2-3. Harvið siga tølini, at TB higartil hevur átt tættastu verjuna av øllum, tí einki annað lið hevur latið so fá mál fara ígjøgnum sum TB. Men á Tvøroyri eru teir ikki nøgdir við framrættaða partin av spælinum:
-Málmunurin sigur, at tað er í álopinum, at vit hava trupulleikar. Tað sást væl ímóti HB, tá ið tað vóru ógvuliga nógvar støður í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, ið kundu borið mál við sær. Har er nógv at arbeiða við hjá okkum. Vit vóna og trúgva uppá, at tað skal eydnast ímóti B36, sigur TB miðvallarin Salmundur Bech.
Tað kemur illa við hjá TB, at liðformaðurin og miðvallarin Rógvi Joensen er burturstaddur. Hann hevur skorað bæði málini, sum TB higartil hevur fingið í landskappingini. Absalon Eliasen hevur verið skaddur, men hann hevur vant við upp undir ferðina norður í høvuðsstaðin ídag.









