TB-venjarin: Spælararnir stóðu saman og stríddust í dag

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther kann fegnast um eitt sera gott stig móti verandi FM-vinnarunum, KÍ á heimavølli í dag

##med2##

Ellisforsetin, TB fekk eitt frágera gott stig móti verandi FM-vinnarunum, KÍ á heimavølli í dag. 

Tað eydnaðist TB at halda sterka KÍ-liðnum frá at skora, og tá dómarin bríkslaði dystin av við Stórá í Trongisvági var støðan tann sama sum dysturin byrjaði, javnleikur 0-0.

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther fegnast um úrslitið. Hann slær fast, at TB hevur ikki havt marginalarnar við sær í hinum dystunum móti KÍ í ár. Fyrr í ár hevur KÍ fingið tað, ið Michael L. Winther heldur hava verið ov bílig brotsspørk. Høvuðsvenjarin hjá TB var tí glaður fyri, at marginalarnir vóru við TB í dag.

- Spælararnir stóðu saman og stríddust í dag, staðfestir ein fegin Michael L. Winther.

Nú ætla Michael L. Winther og hansara menn, at NSÍ skal fáa tað minst líka strævið tá runavíkingar koma á vitjan komandi mikudag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Michael L. Winther. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Sjúrð Jacobsen, hjálparvenjara sum hevði ábyrgdina av liðnum hjá KÍ í dag.

 

(Samrøða: Michael L. Winther)