TB-venjarin koyrdur

So hevur fyrsti venjarin í ár fingið sekkin. Jan Nielsen og TB hava gjørt av, at samstarvið teirra millum steðgar umgangandi. – Ítróttarliga hava vit einki at finnast at, men tað eru aðrar orsøkir aftanfyri, sigur Jóhan Petur Olgarsson, formaður í TB

Jan Nielsen kom úr Danmark til Føroya 1. februar í ár. Hann skuldi hava ábyrgdina av besta liðnum hjá TB. Tað hevur hann eisini havt inntil í morgun, tá hann fekk sekkin í felagnum.
– Vit, nevndin í felagnum og eg, eru komin ásamt um, at samstarvi okkara millum skal steðga, sigur Jan Nielsen úr telefonini úr Suðuroy í morgun. Hann ynskir ikki at koma nærri inn, hvør orsøkin til uppsøgnina er.
– Tað riggaði bara ikki, staðfestir hann.
– Millum leikararnar og meg hevur tað riggað væl, og hvat úrslitum viðvíkur hevur tað eisini verið á eini leið. Men leiðslan og eg hava ikki havt sama stev, sigur Jan Nielsen, sum nú setir leiðina móti Danmark aftur.

Mugu síggja stuðlar í eyguni
Formaður í TB er Jóhan Petur Olgarsson og vit fingu eisini eina viðmerking frá honum.
– Tað hava verið ávísir samstarvstrupulleikar. Ítróttarliga var einki galið, og í so máta var tað keðiligt, at samstarvið mátti halda uppat, men tað er onnur viðurskifti rundan um, sum gera, at tað ikki ber til, sigur formaðurin í TB, sum ikki ynskir at koma nærri inn á, hvørji viðurskifti talan var um.
– Tað er einaferð soleiðis, at felagið livir av stuðlum og sponsorum, og hesar mugu vit altíð kunna hyggja inn í eyguni, er stutta viðmerkingin frá Jóhan Petur Olgarsson.

Milan nýggjur venjari
Samstarvið við Jan Nielsen vardi í góðar tríggjar mánaðir, men fekk ein bráðan enda. Felagið hevur tó handlað skjótt og fyribilsvenjari er longu settur. Milan Cimburovic, ið hevur havt ábyrgdina av onkrum av yngri deildunum seinastu árini, er maðurin, sum skal hava høvuðsábyrgdina av venjingunum inntil ein møguligur nýggjur venjari er funnin.