Venjarar
Føroyska venjarakarusellin koyrir við fullari ferð. Nú er tað fyri aðru ferð í ár TB, sum stendur fyri tørni. Fyrr í ár varð danin, Lynge Nielsen, settur sum venjara fyri Zoran Mancic, men nú er greitt, at tað ikki verður danski venjarin, sum fer at standa við stýrisvølin, tá TB skal leika tríggjar teirseinastu dystirnar á árinum.
Einki rok
Oddur Dimon, sum er formaður í fótbóltsnevndini hjá TB, váttar fyri Sosialinum, at Lynge Nielsen er farin av landinum.men hann sigur samstundis, at talan ikki var um nakra uppsøgn.
- Lynge valdi sjálvur at leggja frá sær. Hann greiddi okkum frá, at hann ikki longur kendi tað, sum fekk hann sett leikararnar nóg væl upp til dystirnar, og tí helt hann tað vera betri, um tað var onkur annar, sum stóð við ábyrgdini seinastu dystirnar.
- Vit hava eisini ein óhugnaliga týdningarmiklan dyst, tá vit annað vikuskiftið skulu spæla á Skála, og tí hava vit tikið fráboðanina frá Lynge til eftirtektar, sigur Oddur Dimon.
Johannesen við róðrið
Víðari sigur Oddur, at tað sum eftir er av árinum, verða tað teir báðir, Jón og Óli Johannesen, sum fara at hava ábyrgdina av liðnum.
TB byrjaði árið sera væl, tá tað eydnaðist at vinna grannauppgerðina móti VB í fyrsta landskappingardystinum, men síðani hevur fyri tað mesta gingið ein veg. Bert tríggjar ferðir hevur tað eydnast liðnum at fáa javnleik, meðan hinir ellivu dystirnir eru taptir.
Tríggir dystir eru eftir at leika. Tveir teirra eru á heimavølli móti ávíkavist NSÍ og HB, har vánirnar fyri stigum ikki munnu vera av teimum allarbestu. Og so er tað útidysturin á Skála, sum eftir øllum at døma fer at avgera, hvørt tað verða TB ella Skála, sum flyta beinleiðis niður í aðru deild.