Kvinnuflogbóltur
At kvinnurnar hjá Mjølnir vóru fult uppsettar til dystin móti, vístu tær frá fyrstu løtu, tí TB fekk á heimavølli av at vita í fyrsta settinum.
Alt bar til hjá Mjølnir og einki hjá TB, og tá avtornaði hevði Mjølnir lagt seg á odda 1-0 við settúrslitinum 25-11.
Sovorðna mótstøðu hevði TB ikki fingið á heimavølli fyrr í ár, og tað var ikki sørt, at fjáltur kom á bæði spælararnar og hini rundan um liðið.
Men í øðrum setti kom TB betur við og byrjaði við at leggja seg á odda 6-0. Mjølnir svaraði tó aftur, og skjótt stóð á jøvnum 7-7.
Síðani fylgdust liðini uppeftir, men í síðsta enda fekk TB meira burturúr, og í avgerandi løtuni eydnaðist at vinna settið 25-21.
Í triðja settinum vóru tær hjá TB blivnar heilt tryggar í spælinum og vunnu 25-17. Serliga var tað álopsspælið, ið nú var komið upp á pláss, og tá kunnu fægstu lið í landinum vænta sær at gera tað stóra við TB.
Roynda manningin hjá Mjølnir skal kortini ongantíð avskrivast, og tað vísti seg eisini í fjórða setti.
Liðini fylgdust uppeftir, men hóast TB var liðið, ið alla tíðina var eitt vet frammanfyri, spældi Mjølnir sterkt á gólvinum og fekk vent settinum móti endanum.
TB megnaði ikki at halda fast við góða álopið frá settinum frammanundan, og tá kanska nervar at enda eisini komu uppí, helt Mjølnir tørn og vann 25-23.
Nú skuldi alt avgerast í fimta settinum, men her skuldi tað vísa seg, at TB-kvinnurnar høvdu størru orkuna, meðan kreftirnar hjá Mjølnir fóru at ganga undan eftir tey fýra hørðu settini frammanundan.
Tí gjørdist tað ein sannførandi 15-8 sigur til TB í avgerandi settinum, og sostatt rakk tað eisini til 3-2 sigurin, ið ger, at TB nú er einsamalt oddalið við 12 stigum fyri sínar sjey dystir, framman fyri ÍF og Mjølnir, ið hava ávikavist 10 og 8 stig.