TB vann tryggan sigur

1. DEILD: Í Trongisvági tók heimaliðið á middegi stórt stig ímóti uppflytingini

Mynd: Skíggjamynd TB

TB vann á middegi 4-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Hálvleiksstøðan var 4-0. Sigurin ber við sær, at TB styrkti um sína støðu sum topplið og harvið um møguleikan at endurvinna plássið í fremstu deildini, sum aldursforsetin misti í fjør.

 

Amerikanski álopsspælarin Matthew Lee, sum stutt undan summarsteðginum varð partur av TB hópinum, var dagsins maður í Trongisvági. Hann setti hol , tá ið hann í 9. minutti varð spældur leysur mitt fyri, og tríggjar minuttir seinni økti hann um munin til 2-0, tá ið vongverjin í høgru Jens Erik Bruhn átti uppleggið.

 

Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið toppskorarin hjá TB og í næstbestu deildini Mikkel Blåholm við høvdinum sendi bóltin í netið eftir horna úr høgru frá Matthew Lee, og 23 ára gamli amerikanarin átti eisini uppleggið, tá ið Einar Thorsteinsson sjey minuttir undan steðginum staðfesti 4-0 heimasigurin.

 

Tá ið NSÍ fyri viku síðani megnaði 2-2 á heimavølli ímóti ÍF, vóru fleiri, sum plaga at vera á listanum hjá besta NSÍ liðnum, á vøllinum. Í dag sást einki til nakran av teimum.

 

NSÍ er á 9. plássi við 10 stigum. Næsti dystur hjá NSÍ verður um eina viku á heimavølli ímóti Víkingi.

 

Næsti dystur hjá TB verður um eina viku á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Mynd: Skíggjamynd TB