TB vann toppdystin

TB gav SÍ teirra fyrsta tap í fýra dystum í trupla heimadystinum í meistaradeildini hjá kvinnum

FLOGBÓLTUR

Lagt var upp til sannan toppdyst í meistaradeildini hjá kvinnum, tá TB tók ímóti SÍ í fyrsta umfari av endaspælinum. Undan dystinum lógu liðini jøvn á triðja plássi, men munurin up til tey bæði oddaliðini var bara eitt stig.
Serliga gongdin hjá SÍ hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Undan dystinum í Trongisvági høvdu tær vunnið tríggjar dystir á rað, so tær skuldu bara royna at halda fast u góða gongdina. Hjá TB hevði hinvegin ikki gingið so væl síðstu dystirnar. Av síðstu trimum dystunum høvdu tær tapt tveir, og seinast máttu tær lúta fyri ÍF á heimavølli. Tær máttu nú royna at fáa gongd á aftur spælið.

Munurin ikki stórur fyrstu settini
TB hevur fyrr í ár víst, at tær eru sterkar á heimavølli. Av fyrstu fimm heimadystunum hava tær bara tapt ein, og tær byrjaðu eisini sum vanligt á heimavølli henda dagin. Tí TB var nevniliga betra liðið í fyrsta setti. Munurin á liðunum var ikki tann stóri, men TB vann sær spakuliga eina leiðslu. Sum settið leið gjørdist greitt, at TB fór at vinna hetta settið, og úrslitið av fyrsta setti gjørdist 25-21 til kvinnurnar av Tvøroyri.
Í øðrum setti vendi gongdin tó. Aftur í hesum settinum var at kalla eingin munur á liðunum, men nú var SÍ tó omaná. Liðini fylgdust allan vegin, og ilt var at meta um, hvat av liðunum fór at draga longra stráðið. At enda megnaðu sørvágskvinnur tó at vinna hetta settið, og úrslitið gjørdist 23-25.
Nú stóð aftur á púra jøvnum í millum liðini, og líkt var til, at alt kundi henda. Í triðja setti var TB tó aftur sterkara liðið. Tær tóktust vilja meir henda dagin, og enn einaferð vunnu tær seg spakuliga fram um SÍ. Móti endanum hevði TB lagt seg eitt sindur fram um, og tær megnaðu at halda leiðsluna. Úrslitið av triðja setti gjørdist 25-21 til TB.

Klassamunur
Hóast yvirvágina hjá TB í settum, so hevði SÍ alla tíðina verið væl við, og tí kundi roknast við einum spennandi fjórða setti. Men so bleiv ikki. Í hesum settinum var TB nógv betri, og tær stutt sagt vundu burtur úr SÍ. Tær løgdu seg á odda beinanvegin, og sum settið leið øktu tær bara um leiðsluna. Her var stórur munur á liðunum hetta settið, og tá TB slóg síðsta bóltin í gólvið vísti talvan 25-11 til TB. Sostatt vann TB dystin 3-1.
Við sigrinum hevur TB fingið eina dreymabyrjan upp á endaspælið. Enn er bara eitt stig upp til ÍF og Drátt, sum bæði vunnu teirra dystir, men týdningarmest fyri TB var, at tær nú hava lagt SÍ aftur um seg í heiðursmerkjastríðnum.