TB vann stevnudystin

Oddaliðið TB vann stevnudystin í Vági fríggjadagin 1-0 ímóti arvafíggindunum úr VB.

Tvøramenn ætla sær at verða við í bestu deildini komandi kappingarár. Síðani kappingin í 2. deild byrjaði í ár, hevur TB ligið á odda, og nú farið verður í summarfrí, er liðið framvegis oddalið í næstbestu fótbóltsdeildini.

Trupul stevnudystur
Undan dystinum vóru tvøramenn greiðir favorittar, tí teir vóru oddalið, meðan VB var aftast í deildini við einans trimum stigum.
Tað vísti seg tó sum so ofta sæð fyrr í grannauppgerðum og stevnudystum, at dystirnir verða væl tættari enn væntað, og tvøramenn noyddust at stríðast fyri øllum trimum stigunum. Hóast vágbingar fleiri ferðir vóru nær við at skora, so kom bert tað eina málið í dystinum, og tað fekk TB. Ungi Hallur Christiansen, ið seinasta vikuskifti skoraði heilar fýra ferðir ímóti Royn, var aftur hetta vikuskifti á rætta staðnum, og hann gjørdist matchvinnari fyri gestirnar av Tvøroyri.
Seinastu tíggju minuttirnar av dystinum noyddist TB at spæla við tíggju monnum, tí at landsliðsskiparin, Óli Johannesen, fekk reyða kortið, men hóast VB trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, eydnaðist tað tvøramonnum at halda tørn og fáa øll trý stigini við norður aftur.

VB-TB 0-1
0-1 Hallur Christiansen