TB vann á skerdum KÍ-liði

Fótbóltur: KÍ fekk akkurát manna lið

2. deild menn:

TB-KÍ 3-1 (2-1)


TB helt fast um triðja plássið í 2. deild, tá teir vunnu móti KÍ, sum akkurát fekk manna lið til dystin.

Klaksvíkingar komu bara 11 mans suður, og fyrrverandi KÍ-málverjin, John William Joensen, spældi allar 90 minuttirnar í álopinum, har tvørámenn ansaðu honum væl. Á aftasta manni spældi venjarin hjá klaksvíkingum, Dánjal Jákup Joensen, sum hóast hann ikki hevur spælt nógv seinastu tvey árini framvegis væl kann verða við. Men tað merktist væl á liðnum, at fleiri av stuðulsspælarunum ikki vóru við hesaferð.

Tvørámenn fingu ein frammaná, tá útiliðið skoraði eftir nakrar fáar minuttir. Meinhard Hansen sendi inn fyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram fekk Ólavur Kjølbro bóltin í málið.

TB javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað var væl spælandi Hallur Christiansen, sum skoraði. Bólturin varð spældur inn fyri úr vinstru síðu, KÍ-verjan fekk ikki rudda burtur, og við aftaru stong hevði Hallur lætta uppgávu at senda í málið.

Fyri hálvleiki legði heimaliðið seg fram um. KÍ-spælari hevði hond á í egnum brotsteigi, og tá fyrrverandi VB?arin Eyðun Kjærbo fekk kjansin úr 11 metrum, tók hann av. KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, var nær við at fáa hond á, men harða og flata skotið hjá Eyðuni streyk í meskarnar. Saman við Eyðuni spældi sumbingurin Marlon Kjærbo í verjuni hjá TB.

Í seinna hálvleiki gjørdi TB seinasta málið í dystinum. Ein høgur bóltur var sendur innfyri, har tamdi Hallur Christiansen frágera væl, snýtti málverjan og skoraði so. Gott mál av unga spælaranum, sum vísti góða taktir stóran part av dystinum.

TB hevði bóltin meira enn gestirnir, sum tó ikki vóru eiðasørir, tí teir komu til onkrar kjansir. Nærmast komu teir, tá sterki verjumaðurin Poul Juul Vilhelmsen stútaði móti málinum, málverjin fekk hond á bóltin, sum tók stongina, áðrenn hann fór í spæl aftur.

TB helt fast um sítt pláss, sum nummar trý í røðini eftir FS Vágar og LÍF, men so langt er upp til tey bæði liðini, sum vinna so at siga hvørja ferð, at tvørámenn ikki kunnu gera sær vónir um at taka tey aftur.